Mads Rydal til H71

Mads Rydal var sagdur úr starvið sum venjari hjá Neistanum beint fyri jól, men er longu aftur í Føroyum, har hann skal venja eyka- og ungdómslið hjá H71

Mads Rydal er her avmyndaður í sínum fyrsta dysti í Føroyum. Neistin spældi ímóti H71. Nú er hann settur í starv hjá H71

Mads Rydal er her avmyndaður í sínum fyrsta dysti í Føroyum. Neistin spældi ímóti H71. Nú er hann settur í starv hjá H71

Mads Rydal tók í summar við sum venjari hjá Neistanum, men longu fyri jól endaði samstarvið ímillum felagið og venjaran.

Sí eisini:

Neistin sigur venjara upp beint áðrenn oddabrak

Koyrdur eftir fimm sigrar á rað: - Tú vinnur ikki hasar dystirnar um tú venur illa

Í dag lendur Mads Rydal longu aftur í Føroyum, har hann hevur gjørt avtalu við H71.

Leikluturin í H71 er, at lætta um byrðina hjá høvuðsvenjarunum, Einari Jónssyni, hjálparvenjaranum, Halgiri Dahl-Olesen og ungdómsmennaranum Mark Lausen-Marcher.

Mark Marcher var herfyri settur í starv hjá HSF, og ein partur av arbeiðnum hjá Mads Rydal verður at lætta um byrðuna hjá ungdómsmennaranum, sum framvegis er í starvið hjá felagnum, sigur Anna Dam, forkvinna í H71, við in.fo í dag.

Harafturat skal hann lætta um byrðuna hjá Einari Jónssyni, sum er venjari hjá bæði fyrsta mans- og kvinnuliðið í H71.

Venjararnir á fremstu liðnum taka sær eisini av eykaliðnum í 1. deild og U18, og tað eru fyrst og fremst hesum liðum, ið Mads Rydal nú skal taka sær av.

- Vit hava 35 lið í kappingunum umframt U8 og U6, og eitt nú í gentum 12 hava vit 52 gentur. So vit hava næstan ein ómettandi tørv á venjarum.

- Tá ið hann nú var tøkur, og vit hava eina góða fatan av honum, so heittu vit á hann um at hjálpa okkum í barna- og ungdómsdeildunum, og so lætta um byrðuna hjá Einari, Halgiri og Mark við fyrstu deild og dreingjum 18 sigur Anna Dam við in.fo.

- Tað kann onkuntíð henda, at til dømis fyrstu deildar liðið, ikki fær nøktandi fokus, tá ið tey fremstu liðini fara inn í avgerandi partin av kappingarárinum, leggur forkvinnan afturat.

Avtalan ímillum Mads Rydal og H71 er galdandi restina av kappingarárinum.

Mads Rydal er her avmyndaður í sínum fyrsta dysti í Føroyum. Neistin spældi ímóti H71. Nú er hann settur í starv hjá H71