Magni Mohr: Soleiðis kanst tú venja einsamallur

Kropsligi venjarin hjá landsliðnum hevur nøkur uppskot til einavenjing í koronasteðginum

Føroyskur ítróttur liggur stillur í hesum døgum, men tað merkir ikki at spælararnir og íðkararnir nýtast at gera tað sama. Ráðini eru at tú skal ímynda tær, at tú ert á venjingarlegu og venur nógv.

- Feløg kunnu velja at síggja hetta sum ein vansa, ella tey kunnu síggja hetta sum ein møguleika at venja tað, sum tú annars ikki altíð fær tíð til, sigur Magni Mohr

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

Í samrøðu við “Playmaker”, sum er danskt fótbóltspoddvarp, sigur hann at spælarar skulu venja nógv og eftirlíkna dystarstøður. Hetta skal vera einavenjing og í tráð við trygdarleiðbeining frá heilsumynduleikunum.

Hann sigur millum annað, at tað er væl møguligt at halda venjingarstøðuna í hesum døgum, tá hópar ikki kunnu venja saman og liðini ikki sleppa at spæla dystir. Tað krevur tó, at tú ert sinnaður at venja nógv og hart einsamallur.

- Um venjingin inniheldur venjing í høgum intensiteti,tað vil siga harða intervalvenjing, so kanst tú viðlíkahalda kropsligu venjingarstøðuna í fýra til seks vikur, sigur Magni Mohr.

Yo-yo intervaltestinar er ein góðu møguleiki

Hann tosar í hesum førinum mest til fótbóltsspælarar. Magni vísur í poddvarpinum til kendu Yo-Yo intervaltestinar, sum flestir fótbóltsspælarar hava roynt. Hesar kunnu eisini nýtast til at endurskapa kropsligu strongdina í dysti. Tað er tá tú rennur 20 metrar á gangin, meðan tíðarbili minkar so hvørt tú hevur runnið. Til seinast mást tú sprinta teir 20 metrarnar til ongin orka er eftir.

- Hetta er nakað, sum tú kanst venja á einum lítlum øki. Tað einasta tú skal gera er at taka niður ljóðið frá internetinum. Tað er ókeypis. Ein test svarar áleið til trýstið fyri ein hálvleik av fótbólti, sigur Magni Mohr.

Hann vísur á, at amatørar skulu helst venja tríggjar ferðir um vikuna og hava eina venjing afturat, sum svarar til dyst. Tað kundi tí verið tvær Yo-Yo testir, har tú hevur hálvleik í eitt korter í millum, sigur Magni Mohr. 

Les uppskotið hjá Magna Mohr til venjing við at trýsta HER

Hann leggur afturat, at fyri fótbóltsspælarar er tað týdningarmikið at gera nakrar av hesum renningunum á graslíki í gaggum. Hetta fyri, at kroppurin skal halda fram við at kennast við trýstið av at renna á graslíki. Størsta dentin leggur hann á, at tú mást venja við høgum intensiteti.

- Tú skal ímynda tær, at hetta er ein venjingarlega, har tú skal venja nógv. Velur okkurt felag at venja minni enn vanligt, so er tað alt avgerandi at tú venur við høgum intensiteti, sigur Magni Mohr við poddvarpið ”Playmaker”.

Hoyr alla samrøðuna í ”Playmaker” við at trýsta HER