Magni: Tú skal tillaga venjingina til dystarstøður

-Tað er eisini týdningarmikið at halda kostin viðlíka, og ikki byrja at eta ósund og drekka alkohol, sigur Magni Mohr

Mynd: (Deportivo La Coruna) Magni Mohr í leiklutinum sum kropsligur venjari hjá spanska Deportivo La Coruna í 2018

Mynd: (Deportivo La Coruna) Magni Mohr í leiklutinum sum kropsligur venjari hjá spanska Deportivo La Coruna í 2018

Magni Mohr, kropsligur venjari í fótbólti og professari í fysiologi, sigur at ein fótbóltsspælari skal venja nógv í hesum døgum, um hann skal viðlíkahalda venjingarstøðuna. Í samrøðu við “Playmaker”, sum er danskt fótbóltspoddvarp, sigur hann at spælarar skulu venja nógv og eftirlíkna dystarstøður. Hetta skal vera einavenjing og í tráð við trygdarleiðbeining frá heilsumynduleikunum.

Gjørt uppskot til venjing

Magni Mohr hevur í hesum sambandi eisini gjørt uppskot til hvussu tú kanst halda venjingarstøðið við viðlíka, ella enntá betra tað. Fyri amatørspælarar merkir tað at venja eitt nú mánadag, mikudag og fríggjadag, umframt at hava eina dystarlíknandi venjing um vikuskiftið.

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

- Her byrjar venjingin við góðari upphiting, síðani eitt sindur av skjótleika venjing fyri at aktivera vøddarnar, sum skulu brúkast til sprint. Eftir hetta er tað venjing við høgum intensiteti, har tú arbeiðir alt tað tú klárar í áleið 30 sekund og síðani hevur ein steðg áðrenn tú endurtekur eitt nýtt arbeiðsinterval. Eftir hetta kanst tú gera styrki venjing, har tú brúkar kropping sum mótvekt, sigur Magni Mohr.

Yrkisspælarar klára meir

Hann hevur eisini gjørt eitt uppskot til yrkisspælarar, men her verður eisini víst á, at teir mangan hava góðar venjarar, ið kunnu avgera hvussu venjingin kann síggja út.

- Ein amatørspælari klárar seks til átta intervallir við høgum intensiteti, har dygdin er í ordan við eftirfylgjandi steðgi, meðan yrkisspælarar klára upp til 10 til 12 intervallir. Við slíkari venjing kanst tú eisini venja í styttri tíð enn við øðrum venjingum og fáa góð úrslit, sigur Magni Mohr.

 Ikki bara renna beint fram

Tað er eisini umráðandi, at tú hugsar um hvussu tú rennur. Í staðin fyri at renna beint fram í 30 sekund, so kann tað verða bæði skaðafyribyrgjandi og meiri dystarkent, at gera rennibreytir við vinkulbroytingum, sum minna um dystarstøður. 

Les uppskotið hjá Magna Mohr til venjing við at trýsta HER

- Tú skal hugsa sum ein fótbóltsspælari og hvussu tú rennur vanliga. Tí er tað týdningarmikið, at tú gert rennibanar, sum ikki bara eru beint fram, men eru fótbóltsrelevantir, sigur Magni Mohr.

Minst til kostin

Ein stórur partur av at verða í form er kosturin. Her hevur nýggi kropsligi venjarin hjá landsliðnum eisini nøkur góð ráð.

- Tað er týdningarmikið at halda kostin viðlíka, og ikki byrja at eta ósund og drekka alkohol, ella stressa, tí tú ikki sleppur at venja sum vanligt. Tú skal hugsa um hetta sum ein venjingarlegu, har tú enntá hevur møguleikan at betri um summi ting, sum tú ikki hevur tíð til í einum kappingarári. Eitt nú um tú ert ein skaddur spælari, sum skal hava serstaka venjing, so hevur tú møguleikan nú, sigur Magni Mohr.

Hoyr alla samrøðuna í ”Playmaker” við at trýsta HER

Mynd: (Deportivo La Coruna) Magni Mohr í leiklutinum sum kropsligur venjari hjá spanska Deportivo La Coruna í 2018