Málkongar hittast í kvøld í Sarpugerði

Klæmint hevur verið toppskorari fimm ferðir og Finnur tvær ferðir

Forsøgnin sigur, at tað verður regn, men tá ið lotið verður lítið og sjey hitastig, so verða líkindini at spæla fótbólt góð, tá ið Víkingur og NSÍ í kvøld klokkan 19 bresta saman í grannauppgerð í Sarpugerði í Gøtu.

Talan er um stak áhugaverda styrkisroynd, tí hetta er fyrsta ferðin í ár, at hesi bæði liðini eru við í innanhýsis uppgerð millum feløg, sum verða roknað at vera kandidatar at vera við í FM stríðnum.

Hetta er 37. ferðin, at grannarnir hittast í landskappingini. Higartil eru mál skorað í øllum 36 dystunum, og higartil er tað bera einaferð endað javnt – í Sarpugerði í 2012 tá úrslitið var 1-1.

Tølini siga, at Víkingur oftari hevur verið omaná. Víkingur hevur vunnið 22 ferðir, og NSÍ hevur vunnið 13 ferðir. Málmunurin er 69 – 49 Víkingi til fyrimunar.

Í miðal eru skorað 3,3 mál í teimum 36 dystunum.

Í fjør hittust Víkingur og NSÍ tríggjar ferðir – tvær ferðir við Løkina í Runavík og einaferð í Sarpugerði – og tá hilnaðist tað væl hjá NSÍ.

Í Sarpugerði vann NSÍ 3-2. Fyrra dystin í Runavík vann NSÍ 4-2, og tann seinna vann Víkingur 2-0.

 

Tað er ikki av ongum, at tað verður roknað við, at Klæmint A. Olsen fer at skjóta mál fyri NSÍ, og at tað verður roknað við, at Finnur Justinussen fer at skjóta mál fyri Víking.

Klæmint er besti málskjútti hjá NSÍ og í Føroyum yvirhøvur, og Finnur er besti málskjútti hjá Víkingi.

 

Fremsti maður hjá NSÍ er Klæmint A. Olsen, sum hevur skorað mest mál av øllum í bestu deildni. Máltalið hjá honum í landskappingini er 189.

Fremsti maður hjá Víkingi er Finnur Justinussen, sum hevur skorað 99 mál í bestu deildini.

Finnur kom tíðliga í vár aftur til Føroya eftir fleiri ár undir útbúgving á flatlondum. Har spældi hann fótbólt í næstbestu deildini – umboðaði Fremad Amager og Næstved – og skoraði 27 mál.

Klæmint A. Olsen hevur verið toppskjútti fimm ferðir í føroysku landskappingini.

Sambært fína yvirlitinum á faroesoccer.com var tað í 2013, 2014, 2015, 2016 og 2019.

Finnur Justinussen hevur verið toppskjútti tvær ferðir – í 2009 og 2011.

Tá ið Klæmint var toppskjútti í 2014 við 22 málum, var Finnur næstbesti skjúttin við 19 málum.

Tá ið Klæmint var toppskjútti í 2015 við 21 málum, var Finnur næstbesti skjúttin við 15 málum.

Í tveimum teimum fyrstu umførunum í ár hava bæði Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen skorað eitt mál.

 

Allir spælararnir hjá Víkingi eru tøkir. Hjá NSÍ er miðverjin Oddur Á. Højgaard skaddur.

Víkingur – NSÍ: Alex Troleis kl. 19.00.