Málmanskreppa í Liverpool

Premier League: Tað er møguleiki fyri at 35 ára gamal málverjin má traðka til

Mynd: (Scanpix) Tað er ein møguleiki fyri, at 35 ára gamli Andy Lonergan fær sín fyrsta dyst í Premier League.

Mynd: (Scanpix) Tað er ein møguleiki fyri, at 35 ára gamli Andy Lonergan fær sín fyrsta dyst í Premier League.

Tað er málmanskreppa í Liverpool. Fyrst bleiv Alisson Becker skaddur í fyrsta dystinum í Premier League. Tí stóð Adrián í málinum, tá Liverpool mikukvøldið vann Super Cup móti Chelsea.

Í sekundunum eftir at Adrián bjargaði avgerandi brotssparkinum móti Chelsea, rann ein áskoðari inn á vøllin og vildi fegnast saman við spælarunum. Tað endaði við, at áskoðarin gleið og rakti Adrián so at málverjin bleiv skaddur í fótinum.

##med2## 

Tí er ein møguleiki fyri, at 35 ára gamli Andy Lonergan fær sín fyrsta dyst í Premier League. Hann hevði í fjør sáttmála við Middlesbrough, men varð útleigaður til Rochdale. Hann fekk í summar ein stutttíðar sáttmála við Liverpool.

Nú er møguleiki fyri, at hann fær sín fyrsta dyst í Premier League, tá Liverpool í morgin spælir móti Southampton.

Mynd: (Scanpix) Tað er ein møguleiki fyri, at 35 ára gamli Andy Lonergan fær sín fyrsta dyst í Premier League.

Liverpool's Adrian Injured By Celebrating Fan At UEFA Super Cup | 15/08/2019