Málrok og VAR-rok í Premier League

Tað komu nógv mál og fleiri umstríddar dømingar í Premier League í dag

Fýra teir fyrstu dystirnir í 2. umfari av Premier League hava verið í dag. Talan hevur verið um málríkar dystir við nøkrum umstríddum avgerðum. Serliga Manchester United kom illa fyri.

Manchester United tapti á Old Trafford óvæntað fyri Crystal Palace. Gestirnir vóru leikliga omaná og vunnið helst uppiborið, men tvær brotssparksstøður hava fingið kjakið um VAR í gongd aftur. Fyrst fekk Manchester United ikki brotsspark, tá ein verjuspælari traðkaði á Paul Pogba.

Seinni fekk Crystal Palace brotsspark við støðuni 1-0. Hesa ferð var talan um bólt til hond hjá Manchester United spælara. David De Gea bjargaði, men brotssparkið skuldi takast umaftur, tí málverjin var ein sentimetur ella tveir av málstrikuni, tá brotssparkið bleiv tikið. Í aðru atløgu skoraði Crystal Palace. Tað endaði 3-1, eftir at innskifti Donny van de Beek minkaði um munin við sínum fyrsta máli fyri Manchester United.

Fyrr í dag vann Everton heili 5-2 á West Bromwich, meðan Leeds vann 4-3 á Fulham. Í kvøld vann Arsenal 2-1 á heimavølli móti West Ham.

1Everton22006:26
2Arsenal22005:16
3Crystal Palace22004:16
4Leicester11003:03
5Chelsea11003:13
6Newcastle11002:03
7Wolves11002:03
8Liverpool11004:33
9Leeds21017:73
10Aston Villa00000:00
11Burnley00000:00
12Manc City00000:00
13Southampton10010:10
14Tottenham10010:10
15Brighton10011:30
16Man Utd10011:30
17Sheffield Utd10010:20
18West Ham20021:40
19Fulham20023:70
20WBA20022:80