Manchester City: Ákærurnar eru ósannar

Tað sigur stjórin í Manchester City, Ferran Soriano, í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum

Mynd: (Mancity.com) Ferran Soriano var partur av leiðsluni, sum vendi gongdini hjá FC Barcelona fyrst í hesi øldini

Mynd: (Mancity.com) Ferran Soriano var partur av leiðsluni, sum vendi gongdini hjá FC Barcelona fyrst í hesi øldini

Manchester City er av álvara komið í mótvind, eftir at UEFA hevur útihýst felagnum fyri at hava snýtt við tølunum viðvíkjandi sponsorum, fyri at lúka treytirnar í Financial Fair Play reglugerðini.  Hartil er felagið eisini dømt fyri ikki at hava samarbeitt nóg væl. Stjórin í felagnum er alt annað enn samdur.

- Tað týdningarmesta, sum eg fari at siga í dag er, at ákærurnar eru ósannar. Tað eru stutt og greitt ósannar. Viðhaldsfólkini kunnu verða vís í tveimum tingum. Tað fyrra er, at ákærurnar eru ósannar, og tað seinna er at vit fara at gera alt, sum vit kunnu, fyri at prógva tað, sigur Ferran Soriano í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum.

##med2##

Víðari í samrøðuni sigur Ferran Soriano, at Sheik Mansour, eigari av Manchester City, ongantíð hevur koyrt pengar í felagið uttan at tað er uppgivið á rætta stað. Hann sigur eisini, at rokniskapurin og bókhaldið hjá felagnum hevur verið kannað fleiri ferðir og einki óregluligt er funnið.

Manchester City hevur kært dómin til ítróttardómstólin í Sveis, CAS. Her væntar hann, at felagið fær eina rættvísa viðgerð og verður fríkent. Hann leggur afturat, at viðhaldsfólkini hjá Manchester City stuðla felagnum í hesum stríðnum.

Samrøðan við Ferran Soriano, sum er á enskum, kann síggjast við at trýsta HER

Mynd: (Mancity.com) Ferran Soriano var partur av leiðsluni, sum vendi gongdini hjá FC Barcelona fyrst í hesi øldini

Mynd: Ferran Soriano, Pep Guardiola og Tixi Begiristain hava ábyrgdina av ítróttarliga partinum av Manchester City