Manchester City er eisini flúgvandi

Premier League: Manchester City nærkast toppinum, meðan Tottenham kiksaði

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix)

Tveir av útsettu dystunum í Premier League hava verið í kvøld. Manchester City vann 1-0 á Brighton, meðan Tottenham ikki megnaði at halda fast í leiðsluni móti Fulham.

Manchester City er, eins og Manchester United, flúgvandi í Premier League. Eftir eina misjavna byrjan er maskinan hjá Manchester City nú væl smurd. Serliga í verjupartinum, har liðið letur fá mál inn.

Tað var eisini tilfeldið í kvøld, har Brighton einki mál fekk, hóast liðið í løtum var í álopsstøðu. Einsamallur málskjútti var ungi lokali Phil Foden, sum er í holt við sítt gjøgnumbrot í ár.

Tottenham er eisini við í oddastríðnum, men fekk bara javnleik móti Fulham á heimavøli í kvøld. Harry Kane hevði annars lagt Tottenham á odda, men eitt korter fyri tíð javnaði Ivan Cavaleiro.

Manchester City er nú nummar trý og kann við at vinna dystin, sum liðið hevur til góðar, yvirhála Liverpool á stigatalvuni. Tottenham bankar enn upp á til topp fýra á sætta plássi.

1Man Utd17113334:2436
2Liverpool1796237:2133
3Man City1695225:1332
4Leicester17102531:2132
5Everton17102528:2132
6Tottenham1786330:1630
7Southampton1785426:1929
8Aston Villa1582529:1626
9Chelsea1775532:2126
10West Ham1775524:2126
11Arsenal1772820:1923
12Leeds1772830:3323
13Crystal Palace1764722:2922
14Wolves1864819:2622
15Newcastle1754818:2719
16Burnley164489:2116
17Brighton1828821:2914
18Fulham1626814:2412
19WBA17151111:398
20Sheffield Utd1812159:295

Mynd: (Scanpix)