Manchester City er langt fremst

Premier League: Ongin klárar at steðga Manchester City, sum er tíggju stig fremst

Tveir útsettir dystir hava verið í Premier League í kvøld. Manchester City vann 3-1 á útivølli móti Everton, meðan Burnley og Fulham deildu stigini.

Manchester City var uttan bæði Kevin De Bruyne og Ilkay Gundogan, men í teirra stað komu spælarar sum Phil Foden, Riyad Mahrez og Bernardo Silva. Teir skoraðu allir í 3-1 sigrinum. Everton javnaði í fyrra hálvleiki, sum Richarlison verður skrásettur fyri, men hann mundi vita lítið um skotið, ið rakti hann á veg í málið.

Við sigrinum hevur Manchester City nú eisini spælt 24 dystir, eins og kappingarneytarnir úr Manchester United og Leicester City. Leiðslan hjá Manchester City er nú tíggju stig!

1Man City24175249:1556
2Man Utd24137450:3146
3Leicester24144642:2646
4Chelsea24126640:2442
5West Ham24126637:2842
6Liverpool24117645:3240
7Everton23114835:3337
8Aston Villa22113836:2436
9Tottenham23106736:2536
10Arsenal241041031:2534
11Leeds231021140:4232
12Wolves24861025:3230
13Southampton23851030:3929
14Crystal Palace24851127:4229
15Burnley24761118:3027
16Brighton24511825:3026
17Newcastle24741325:4025
18Fulham243101120:3219
19WBA24271519:5513
20Sheffield Utd24321915:4011