Manchester City er meistari

Premier League: Liverpool gjørdi sítt, men endaði á øðrum plássi

Mynd: (Scanpix) Vincent Kompany, liðskipari hjá Manchester City, tekur móti Premier League steypinum

Mynd: (Scanpix) Vincent Kompany, liðskipari hjá Manchester City, tekur móti Premier League steypinum

Mancester City hevur í dag vunnið sítt sætta meistaraheiti í Onglandi. Teir ljósabláu úr Manchester vunnu 4-1 á útivølli móti Brighton og tryggjaðu sær annað meistaraheitið upp í slag. Liverpool vann sín dyst, men endar á øðrum plássi, nú Premier League er komið at enda á hesum sinni.

##med2## 

Tað var annars Brighton, sum kom á odda, samstundis sum Liverpool var á odda 1-0 á Anfield móti Wolverhampton. Hesa løtuna var Liverpool oddalið í Premier League, men bara fáar minuttir seinni javnaði Sergio Aguero fyri Manchetser City, áðrenn Aymeric Laporte legði gestirnar á odda fyri hálvleik.

 ##med3##

Síðani koyrdu bæði liðini sigurin heim. Riyad Mahrez og Ilkay Gundogan gjørdu tað til 4-1 til Manchester City, meðan Sadio Mané skoraði eitt mál afturat fyri Liverpool, sum vann 2-0. Manchester City er enskur meistari við 98 stigum, meðan Liverpool endar á øðrum plássi við 97 stigum.

 ##med4##

Chelsea og Tottenham hava tryggjað sær Champions League luttøku, meðan Fulham, Huddersfield og Cardiff flyta niður. Norwich og Sheffield United eru flutt upp, meðan Leeds, WBA, Aston Villa og Derby spæla um triðja og seinasta uppflytingarplássið.

Mynd: (Scanpix) Vincent Kompany, liðskipari hjá Manchester City, tekur móti Premier League steypinum

Mynd: (Scanpix) Vincent Kompany og Sergio Aguero fegnast um meistaraheitið, tá dómarin hevur bríkslað av

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané (t.h) skoraði tvær ferðir í dag, men hóast sigurin á Wolverhampton, so røkkur tað bara til 2. plássið