Manchester City hevur kært til CAS

Manchester City hevur í dag kært dómin frá UEFA til ítróttardómstólin, CAS

Manchester City hevur í dag kært dómin frá evropesiska fótbóltssambandinum til ítróttardómstólin, CAS. Ítróttardómstólurin hevur boðað frá, at kæran er móttikin, men at tað ikki ber til at seta eina tíðarfreist nær ein dómur fyriliggur.

- The Court of Arbitration for Sport (CAS) hevur móttikið eina kæru frá Manchester City móti evropseiska fótbóltssambandinum, UEFA, skrivar CAS í tíðindaskrivi í dag.

UEFA hevur dømt Manchester City fyri brot á Financial Fair Play (FFP). Felagið hevur ikki uppgivið røtt tøl í samband við stuðulsavtalur í tíðarskeiðnum 2012 til 2016, og hareftir ikki samarbeitt í málinum. Revsingin er at Manchester City er útihýst úr øllum evropesiskum kappingum komandi tvey árini, galdandi kappingarárini 2020/2021 og 2021/2022. Hartil hevur felagið fingið eina bót á 222 milliónir krónur.

Manchester City boðað beinanvegin frá, at felagið ikki góðtekur dómin og fer at kæra málið til CAS. Manchester City hevur í tíðindaskrivum og við samrøðu frá dagliga stjóranum, Ferran Soriano, víst sína ónøgd við viðgerðina.

Manchester City skal í kvøld spæla móti Real Madrid í Champions League.