Manchester City útihýst úr UEFA kappingum

Manchester City hevur brotið fíggjarreglugerðina hjá UEFA og verður útihýst

Mynd: (Reuters)

Mynd: (Reuters)

Evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur í dag útihýst Manchester City frá øllum evropesiskum kappingum í tvey ár - galdandi fyri kappingarárini 2020/21 og 2021/22. Felagið hevur eisini fingið eina bót upp á 222 milliónir krónur.

Orsøkin er, at Manchester City í tíðarskeiðinum 2012 til 2016 hevur brotið fíggjarreglurnar í Financial Fair Play reglugerðini. Millum annað er felagið dømt fyri at hava snýtt við tølunum viðvíkjandi sponsorum, fyri at lúka treytirnar, sum siga at eitt felag ikki kann hava meir enn 222 milliónir krónur í undirskotið upp á trý ár.  Hartil er felagið eisini dømt fyri ikki at hava samarbeitt nóg væl.

Her skal nevnast, at undantøk eru viðvíkjandi undirskotinum, tá pengarnir eru brúktir upp á eitt nú leikvøllin. Manchester City hevur boðað frá, at felagið fer at kæra dómin til dómstól uttanfyri UEFA.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at avgerðin hjá UEFA ikki kemur óvæntað og at mann í Manchester City kennir seg órætt viðfarnan av evropesiska fótbóltssambandinum. Hetta er aðru ferð, at Manchester City hevur fingið dóm fyri óreglusemi í fíggjarviðurskiftinum. Felagið fekk í 2014 eina bót á 435 milliónir krónur.

##med2## 

Manchester City skal í næstum spæla móti Real Madrid í 1/8 finalunum í Champions League.

Mynd: (Reuters)

Mynd: (Scanpix) Manchester City og Sergio Aguero skulu spæla móti Real Madrid í Champions League í næstum