Manchester United fingið bót

Premier League: Tað kostaði meiri enn eitt gult kort, tá David De Gea bleiv í øðini móti Liverpool

Enska Fótbóltssambandið hevur í dag givið Manchester United eina bót á áleið 175 túsund krónur, fyri ikki at hava tamarhald á sínum spælarum til dystin móti Liverpool.

Tað var í samband við at David De Gea vildi hava fríspark, tá hann bleiv skumpaður av Virgil van Dijk. Dómarin, Craig Pawson, bríkslaði í fyrsta umfari ikki fyri frísparki og eftirfylgjandi skoraði Roberto Firmino.

##med2##

Tað fekk øði í málverjan hjá Manchester United og fleiri av hansara liðfeløgum, sum umringaðu dómaran. Hendingin bleiv tjekkað í VAR-rúminum, sum er dómarahjálp við video. Her bleiv staðfest, at talan var um fríspark og málið bleiv kolldømt.

Í samband við hendingina fekk David De Gea gult og tað stendur við, hóast málið bleiv kolldømt. Liverpool vann dystin 2-0.