Manchester United keypir heimsins dýrasta verjuspælara

BBC skrivar í dag, at Harry Maguire verður heimsins dýrasti verjuspælari

Mynd: (Scanpix) Harry Maguire sló sítt navn fast til HM-endaspælið í Russlandi

Mynd: (Scanpix) Harry Maguire sló sítt navn fast til HM-endaspælið í Russlandi

BBC skrivar í dag, at Manchester United fer at keypa Harry Maguire fyri 665 milliónir krónur frá Leicester City. Um skiftið verður veruleiki, verður enski landsliðsmiðverjin heimsins dýrasti verjuspælari.

Tað hevur leingi ljóðað í altjóða miðlum, at Manchester United ynskir at keypa Harry Maguire frá Leicester City. 26 ára gamli miðverjin sló sítt navn fast til HM-endaspælið í Russlandi fyri einum ári síðani. Harry Maguire yvirhálar nú miðverjan hjá Liverpool, Vrigil van Dijk, sum heimsins dýrasti verjuspælari.

##med2## 

Manchester United hevur ikki rørt so nógv upp á seg í summar, hóast avrikini í fara kappingarári vóru minni góð. Tó er nógv lagt fyri í verjupartinum, har eisini Aaron Wan-Bissaka er keypur frá Crystal Palace.

Fyrsti dystur hjá Manchester United í hesum kappingarárinum verður 11. august móti Chelsea.

Mynd: (Scanpix) Harry Maguire sló sítt navn fast til HM-endaspælið í Russlandi

Mynd: (Scanpix) Harry Maguire í dysti móti sínum komandi felagi - Manchester United