Manchester United rennur undan coronavirusinum

Liðið hevur skift gistingarhús í Marbella og Odion Ighalo sleppur ikki við

Mynd: (Manchester United)

Mynd: (Manchester United)

Deyðiliga coronavirusið herjar kring heimum og nú eru yvir túsund fólk deyð av virusinum. Hetta hevur eisini stóra ávirkan á fótbóltsheimin og ítróttarheimin, har nógv fólk samlast bæði sum spælarar og áskoðarar.

Í dag skrivar Dailymail, at Manchester United, sum er á venjingarlegu í Marbella í Spania, hevur skift gistingarhús. Orsøkin er at kinesiska felagið, Dalian Yifang, ið hevur Rafael Benitez sum venjara, hevur búð á gistingarhúsinum frammanundan.

Manchester United hevur í vetur eisini leigað áleyparan Odion Ighalo frá kinesiska felagnum Shanghai Shenhua. 30 ára gamli áleyparin er ikki við á venjingarleguni, tí tey í Manchester United eru bangin fyri, at hann ikki fær innfararloyvi aftur til Onglands.

##med2## 

Í gjár bleiv Formula 1 Grand Prix kappingini í Kina er avlýst. Hon skal upprunaliga vera 19 apríl í Shanghai, men verður nú av ongum. Shanghai liggur bara 800 kilometrar frá Wuhan, har coronavirusið breyt út í farna mánaði.

Landskappingin í fótbólti er fyribils útsett, World Indoor Athletics meistaraheitið er avlýst og fleiri undankappingar hjá Kina til OL eru somuleiðis útsettar ella avlýstar.

Mynd: (Manchester United)

Mynd: (Manchester United)