Manchester United setti stig til

Premier League: Paul Pogba brendi brotsspark í 1-1 javnleikinum móti Wolverhampton

Seinasti dysturin í 2. umfari í Premier League hevur verið í kvøld. Wolverhampton og Manchester United deildu stigini á Molineux leikvøllinum í 1-1 javnleiki. 

Anthony Martial legði Manchester United á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann fekk fatur á eini avlevering frá Marcus Rashford í brotsteiginum. Við vinstra beini meddaði hann bóltin í málið.

Í seinna hálvleik javnaði Wolverhampton upp á snilt hornaspark. Teir spældu fyrst stutt og síðani út til Ruben Neves, ið krúllaði bóltin upp í málhornið til 1-1.

Manchester United hevði eitt sindur ilt við at seta seg á dystin, men fekk ein gyltan møguleika, tá Paul Pogba bleiv feldur í brotsteiginum. Hann tók sjálvur ábyrgdina, men brendi. Tað endaði sostatt við javnleiki 1-1.

Premier League 2. umfar:

Arsenal – Burnley 2-1

Aston Villa – Bournemouth 1-2

Brighton – West Ham 1-1

Everton – Watford 1-0

Norwich – Newcastle 3-1

Southampton – Liverpool 1-2

Manchester City – Tottenham 2-2

Sheffield United – Crystal Palace 1-0

Chelsea – Leicester 1-1

Wolverhampton - Manchester United 1-1

1Liverpool22006:26
2Arsenal22003:16
3Manch.City21107:24
4Manch.Utd21105:14
5Brighton21104:14
6Tottenham21105:34
7Bournemouth21103:24
8Sheffield Utd21102:14
9Everton21101:04
10Burnley21014:23
11Norwich21014:53
12Leicester20201:12
13Wolves20201:12
14Crystal Palace20110:11
15Chelsea20111:51
16West Ham20111:61
17Aston Villa20022:50
18Newcastle20021:40
19Southampton20021:50
20Watford20020:40