Mané skuldi havt vunnið Ballon d’Or

Tað sigur fyrrverandi áleypari í Premier League og landsmaður Sadio Mané

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané fegnast eftir at hava skorað fyri Liverpool

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané fegnast eftir at hava skorað fyri Liverpool

Demba Ba, fyrrverandi áleypari hjá Chelsea og Newcastle, heldur fyri at landsmaðurin úr Senegal, Sadio Mané, skuldi havt vunnið Ballon d’Or 2019 heldur enn Lionel Messi. Tað sigur hann í samrøðu við Independent.

##med3##

- Eg haldi at Mané hevði bæði einstklingatølini og liðsigarnar til at vinna Ballon d’Or. Eg havi altíð sagt, at um tú býtti um upp á einstklingatølini og liðsigarnar hjá Mané og Messi, so vænti eg at Lionel Messi eisini hevði vunnið. Sjálvt við færri málum, sigur Demba Ba, ið undrast á at landsmaðurin ikki fær størri viðring.

- Sadio Máne vann Champions League, Super Cup, hevði eitt framúr ár sum einstaklingur og deildi toppskjúttaralistan í Premier League. Umframt tað var hann avgerandi í øllum dystunum, sigur Demba Ba.

 ##med2##

Lionel Messi vann Ballon d’Or 2019, meðan Virgil van Dijk bleiv nummar tvey og Cristiano Ronaldo bleiv nummar trý. Sadio Mané bleiv nummar fýra. Tó ásannar Demba Ba, at Lionel Messi er ein betri fótbóltsspælari.

- Tá eg tosi við aðar spælarar, so siga teir at Lionel Messi er ein betri spælari. Tað er hann eisini, men eg haldi at í 2019 var Sadio Mané betri, sigur Demba Ba.

Lionel Messi skoraði 50 mál og legði upp til 18 mál í 58 dystum í 2019, meðan Sadio Mané skoraði 27 mál og legði upp til 13 mál í 42 dystum. Lionel Messi og FC Barcelona vunnu greipuna í Spania, meðan Sadio Mané og Liverpool vunnu Champions League, UEFA Super Cup og FIFA World Club Cup.

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané fegnast eftir at hava skorað fyri Liverpool

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi við sínum sætta Ballon d'Or bóltinum

Mynd: Demba Ba í tíðini sum spælari hjá Chelsea