Manslandsliðið í flogbólti fyrireikar seg á Giljanesi (FM1)

(FM1) Hoyr sendingina Flogbóltspanelið, ið verturin á FM1, Óli G. Samuelsen sendi beinleiðis av Giljanesi

Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjari og manslandsliðið í flogbólti venja á Giljanesi hetta vikuskiftið (Savnsmynd)

Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjari og manslandsliðið í flogbólti venja á Giljanesi hetta vikuskiftið (Savnsmynd)

##med2##

Sendingin Flogbóltspanelið í SportBoxini á FM1 seinnapartin var send beinleiðis av Giljanesi.

Vertur var Óli G. Samuelsen.

Gestur vóru landsliðsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen og landsliðsspælararnir, Jóhan Petur á Stongum, Suni Juul Pedersen, Oskar í Haraldsstovu Weihe og Tórir Højsted. Ringt var eisini til formannin í FBF, Magnus Tausen sum er á ráðstevnu hjá evropeisku flogbóltssamgonguni í París í hesum døgum.

Manslandsliðið venur á Giljanesi í samband við stóru EM-smátjóða kappingina sum verður spæld í høllini á Hálsi næsta vikuskiftið, har Grønland, Skotland og Ísland eru mótstøðuliðini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Flogbóltspanelið.

 

 

Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjari og manslandsliðið í flogbólti venja á Giljanesi hetta vikuskiftið (Savnsmynd)

(Flogbóltspanelið á FM1)