Margrið skal halda skil á HM í Japan

Føroyski dómaraeygleiðarin skal halda skil á dómarum og heimsstjørnum

Margrið Weyhe skal nú halda skil á fremstu dómarunum í heiminum komandi tvær vikurnar. (Mynd

Margrið Weyhe skal nú halda skil á fremstu dómarunum í heiminum komandi tvær vikurnar. (Mynd

Ein føroyingur luttekur í HM í kvinnuhondólti sum byrjar leygardagin í Japan. Tað boðar Hondbóltssamband Føroya frá í dag.

Hondbóltssambandið skrivar soleiðis á heimasíðu síni, hsf.fo:

Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.

Margrið hevur verið altjóða eygleiðari, umboðandi Føroyar, í fleiri ár og hevur áður luttikið til EM-dystir og Europa-Cup dystir av ymiskum slag. Margrið veit enn ikki hvørjar dystir hon fær, tí hesir verða ásettir sama dag, sum teir verða leiktir. Eyðleiðararnir eru saman tveir dagar fyri kappingin byrjar, har tey fyrireika seg, gjøgnumganga nýggjar reglur og mannagongdir. Øll tey luttakandi londini eru undan kappingini kunnaði um dómaralinjuna á ymsu økjunum og hava fingið 50 videobrot send til kunningar.

Margrið Weyhe skal nú halda skil á fremstu dómarunum í heiminum komandi tvær vikurnar. (Mynd