Maria fekk næstflest mál

Fleiri føroyingar millum toppskjúttarnar í EM-kappingini fyri U19-gentur, har Føroyar endaðu á fimta plássið.

Maria Halsdóttir Weyhe hevur eisini skotið fleiri mál fyri A-landsliðið. Her skorar hon brotskast ímóti Serbia í mai-mánaði í fjør

Maria Halsdóttir Weyhe hevur eisini skotið fleiri mál fyri A-landsliðið. Her skorar hon brotskast ímóti Serbia í mai-mánaði í fjør

Føroyar spældu sín seinasta - og besta - dyst í EHF W19 Championship í Litava í gjár.

Eftir sera óhepna ósigurin ímóti Turkalandi týsdagin, var greitt, at Føroyar kundu ikki røkka longur enn fimta plássið í kappingini, har tað vóru átta luttakarar.

Kappingin var fyri tey átta næstu liðini, ið ikki høvdu fingið atgongd til sjálvt EM-endaspælið fyri hendan árgangin, ið var leikt samstundis í Ungarn. Ein kapping, sum Ungarn eisini vann.

Seinastu tveir dystirnir tóktist føroyska spælið at mennast, og sunnudagin rakk hetta til enn ein sigur, tá ið Føroyar vunnu dystin um fimta plássið ímóti Norðurmakedónia við úrslitinum 30-28.

Súna Krossteig Hansen var toppskjútti hendan dystin og var eisini vald dagsins leikari.

Í hesum fýra dystunum skjeyt Súna Krossteig Hansen 25 mál, og endaði hon á einum deildum 11. plássi á toppskjúttalistanum.

Føroyskur toppskjútti í kappingini gjørdist Maria Halsdóttir Weyhe við 35 málum, og tað var um reppið at tað rakk til heiðurin sum toppskjútti fyri kappingina.

Men í dystinum ímóti Norðumakedónia fekk føroyski spælskiparin heldur færri mál enn vanligt, tá ið hon "bert" skeyt fýra mál.

Tí eydnaðist tað eisini  turkiska stórskjúttanum, Beyza Karacam at yvirhála, tá ið hon fekk sjey mál í bronsusigrinum á Litava, og endaði við 36 málum til samans - Einum fleiri enn føroyski toppskjúttin.

 

##med2##

 

Hesir føroyingarnir endaðu millum 50 teir fremstu málskjúttarnar:

35 mál - Maria Halsdóttir Weyhe (Nr. 2)

25 mál - Súna Krossteig Hansen (Nr. 11)

18 mál - Liv S. Poulsen (nr. 18)

15 mál - Marita Mortensen (nr. 25)

10 mal - Eva Barba Arge (nr. 40)

10 mál - Hjørdis Viðstein (nr. 40)

 

 

Maria Halsdóttir Weyhe hevur eisini skotið fleiri mál fyri A-landsliðið. Her skorar hon brotskast ímóti Serbia í mai-mánaði í fjør

Súna Krossteig Hansen fekk næstflest av føroysku málunum í kappingini í Litava. Í mai-mánaði í fjør fekk skoraði hon fýra ímóti Serbia fyri A-landsliðið