Hópurin verður skorin hósdagin

Hósdagin skal hópurin hjá føroyska U21-landsliðnum skerast niður

Tað er ikki bara føroyska A-landsliðið, ið hevur dyst fyri framman í hesum døgum. Eisini hevur U21-fótbóltslandsliðið dyst fyri framman, ið verður leiktur mikudagin 17. juni á Svangaskarði ímóti Aserbadjan.

 

Hópurin savnast á fyrsta sinni í morgin, har venjing á Svangaskarði verður á skránni. Síðani er venjingardystur ímóti Effoliðnum hjá NSÍ hósdagin. Tað verður aftaná hendan dystin, at venjararnir báðir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze, fara at skera seks av teimum 26 úr hópinum. Aftaná hetta er steðgur til leygardagin, áðrenn teir 20 útvaldu U21-landsliðsleikararnir av álvara fara at kappast um at vera ímillum teir 11, ið byrja inni mikudagin í komandi viku.

 

Dysturin ímóti Aserbadjan er fyrsti undankappingardystur til EM-endaspælið, sum verður leikt í Póllandi í 2017. Niðanfyri eru nøvnini á teimum 26 úttiknu leikarunum.

 

Málverjar:

Elias Rasmussen (Víkingur)

Hallgrím G. Hansen (ÍF)

 

Verjuspælarar:

Leivur Joensen (ÍF)

Gestur B. Dam (B36)

Andrias Eriksen (B36)

Hørður Askham (B36)

Teitur J. Olsen (TB)

Poul N. Mikkelsen (ÍF)

Heri E. Kjærbo (FC Suðuroy)

Sonni Ragnar Nattestad (Vejle BK)

 

Miðvallarar:

Jonas G. Hansen (Varde IF)

Haraldur Højgaard (NSÍ)

Jóannes Bjartalíð (KÍ)

Gunnar Vatnhamar (Víkingur)

Benjamin Heinesen (B36)

Hákun Edmundsson (NSÍ)

Bethuel Hansen (Silkeborg IF)

Rasmus Dan Sørensen (EB/Streymur)

Bartal Wardum (HB)

Magnus Egilsson (AB)

 

Framherjar:

Patrik Johannesen (TB)

Poul Ingason (HB)

John J. Frederiksen (Nexø BK)

Meinhardt E. Olsen (NSÍ)

Búi Egilsson (FC Suðuroy)

Karstin Højgaard (AB)