Marius skeyt seg aftur til gull

Einstaklingakappingin í skeet er nú liðug, og Føroyar hava vunnið

Marius Joensen vann gull í skeet á Oyggjaleikum í morgun í einstaklingakappingini.

Hann skeyt 19 dúgvur út av 20 og fekk 49 stig.

Fredrik Melin frá Isle of Man gjørdist nummar tvey og triðjaplássið fekk Marcus Påvlas úr Álandi.

Hin føroyski skjúttin, Tórur Fløtt, endaði á einum fimtaplássi við 20 stigum.

Mánadagin vunnu teir báðir Marius F. Joensen og Tórur Fløtt gullheiðursmerki í liðkappingini.

##med2##