Marjun og Neistin vundu burtur úr VÍF

Neistakvinnur stevndu ímóti greiðum sigri frá fyrsta bríksli í Vestmanna, og legði seg undir liðina á Kyndli á fremsta plássinum

Savnsmynd. Marjun Danberg gav VÍF-verjuni stórar trupulleikar í dag

Savnsmynd. Marjun Danberg gav VÍF-verjuni stórar trupulleikar í dag

Neistin yvirhálaði í dag VÍF í grundspælinum í SMS-deildini við sera greiðum 30-24 sigri í Vestmanna.

VÍF var uttan Agnas Olsen, og Neistin byrjaði best í bæði verju og álopi. Longu eftir knappar fýra minuttir tók VÍF time-out. Tá var støðan 2-0 til Neistan eftir tvey mál frá Marjuni F. Danberg. Hon fór at fáa nógv fleiri.

Time-outið bøtti ikki stórvegis, tí munurin fór at økjast. VÍF tók enn eitt time-out eftir 13 minuttir. Tá var støðan 8-2 til Neistan.

Myndin broyttist einki serligt, og hálvleiksstøðan gjørdist 16-9 til Neistan.

VÍF hómaði eina vón í seinna hálvleiki, tá ið betri glið kom á málskjótingina og minkaði niður í fimm mál nakað eftir steðgin. Men nærri komu vestmannakvinnur ongantíð. Neistin tók fult tamarhald um dystin, og við einum tíggju minuttum eftir at leika, skoraði Marjun F. Danberg sítt tíggjunda mál, sum økti upp í tíggju mál á muni. Hon endaði dystin við 11 málum úr opnum spæli og einum brendum brotskasti.

Seinastu minuttirnar fekk VÍF pyntað nakað um úrslitið, sum gjørdist 30-24 til Neistan.

Sostatt fer Neistin fram um VÍF á stigatalvuni og undir liðina á Kyndli á fremsta plássið Neistin hevur ein dyst eftir at leika. Hann er ímóti Stjørnuni næsta sunnudag.

Kyndil og VÍF hava tveir dystir eftir, og bresta eisini saman í Havn 18. mars.

VB og H71 spæla í løtuni í Vági, har H71 kann leggja seg undir liðina á VÍF við sigri. H71 hevur eftir dystin í dag eisini tveir dystir eftir at leika.

VÍF - Neistin 24-30

VÍF: Durita C. Jojic 8, Lise Marie Evensen 6, Randi Virgarsdóttir 4, Ivana Meinche 2, Heidi Maria Akselsen 1, Ingibjørg Olsen 1, Ró Nielsen 1, Fríða Petersen 1

Neistin: Marjun Danberg 11, Gunnfríð Nólsoy 8, Ingunn K. Persson 4, Birita Ingólvsdóttir 3, Fríða á Dunga 2, Stina Madsen 1, Brynja Høj 1.

Støðan í SMS-deildini í løtuni (hsf.fo)

(Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla hálvfinalur)

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil164273329524
Neistin174223546824
VÍF164313795222
H71154103446620
Stjørnan16383439-569
StÍF16357461-1047
VB14300421-1214

Savnsmynd. Marjun Danberg gav VÍF-verjuni stórar trupulleikar í dag