Marrubyrjan hjá Halli Hansson

Superligan: AC Horsens fekk bank í ársins fyrsta dysti

Hallur Hansson var á vøllinum allan dystin, tá AC Horsens í dag tapti heili 6-0 móti FC Nordsjælland. Føroyski landsliðsspælarin var framrættaður á miðvøllinum og fekk gult kort við á vegnum.

Hetta var dysturin, sum skuldi verið spældur um vikuskiftið, men bleiv útsettur vegna veður. Tað bleiv ongantíð ordliga ringt veður á degnum, men trygdarovastin og dómarin avgjørdu at flyta dystin.

##med3##

Dysturin varð spældur á heimavøllinum hjá FC Nordsjælland. Tað var 2-0 í hálvleikinum, men tað gekk heilt galið í seinna hálvleiki, har vertirnir skoraðu ikki færri enn fýra ferðir afturat.

- Vit eru bara vánaligir. FC Nordsjælland var bara betri á øllum økjum. Tað pilkaðu okkum stundir og hetta er bara pínligt, sigur spælarin hjá AC Horsens, Louka Prip við TV3 Sport.

AC Horsens er nú nummar 11 við 25 stigum. Tað eru 14 lið í Superliguni.

##med2##