Martin fer til hús aftur

Verjuspælari flytur nú aftur úr barndómsfelagnum og vestur í Vágar

mynd 07 Vestur

mynd 07 Vestur

Síðstu dagarnar hevur 07 Vestur boðað frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmálar við fleiri ungar spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum.

Í morgun boðar felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við royndan spælara. Talan er um 29 ára gamla hovbingin, Martin Tausen, sum í summar flutti úr 07 Vestur og til TB, har hann í heyst var við í 11 dystum.

Martin Tausen hevur sambært faroesoccer.com umboðað 07 Vestur frá 2016 og fram til í summar. Frammanundan hevði hann umboðað TB 2011 til 2015, FC Suðuroy í 2010 og VB/Sumba 2007 til 2009.

Tá ið havt verður í huga, at 07 Vestur fyri tað mesta er mannað við ungum lokalum spælarum, kemur tað ivaleyst væl við, at Martin Tausen, ið er búsitandi í Sørvági, aftur verður partur av liðnum. Hann hevur spælt 173 dystir í bestu deildini og 117 dystir í næstbestu deildini.

Felagið sigur soleiðis á heimasíðu síni:

-At Martin, við sínum royndum og leiðaraevnum, serliga í verjupartinum, vendur aftur til 07 Vestur er avgjørt ein stórur styrkur fyri felagið.

mynd 07 Vestur