Mbappé flongdi Barcelona – Liverpool vann á Leipzig

Champions League: Lionel Messi tapti dystin móti Kylian Mbappé, meðan Liverpool fann meistaraspælið fram

Tvær tær fyrstu 1/8 finalurnar í Champions League hava verið í kvøld. Paris Saint Germain vann heili 4-1 á FC Barcelona, og Liverpool vann 2-0 á RB Leipzig, sum hevði heimavøll í Ungarn. 

FC Barcelona – PSG 1-4

Kylian Mbappé var stóra stjørnan, tá Paris Saint Germain vann 4-1 á Lionel Messi og FC Barcelona í kvøld. Franski heimsmeistarin skoraði hattrik, men tað var ikki fyrr enn at Lionel Messi hevði sett hol á við brotssparki.

Eina løtu sá heimaliðið út sum, at teir kundu vinna hendan dystin. Spælið gekk væl, men so hvørt sum minuttirnir gingu sást, at Lionel Messi hevur ongar viðspælarar í heimsflokki. Dýrir spælarar sum Antoine Griezmann og Ousmane Dembele eru ikki vandamiklir frammanfyri málinum, meðan Sergino Dest og Gerard Pique, sum hava verið skaddir upp til dystin, spældu beinleiðis illa.

Tað gjørdi Kylian Mbappé hinvegin ikki. Hann var dagsins maður við trimum málum. Hann spældi framúr væl. Bæði við dribblingum, men eisini við góðum eyga fyri sínum viðspælarum. Eisini Moise Kean bjóðaði seg fram sum málskjútta. PSG hevur ongantíð vunnið samanlagt á FC Barcelona í Champions League, men hesa ferð síggja finalistarnir frá í fjør sannførandi út. 

RB Leipzig – Liverpool 0-2

Eftir at hava tapt tríggjar ferðir upp í slag í heimligu kappingini, so fekk Liverpool vent gongdini við einum 2-0 sigri á týska RB Leipzig. Mohamed Salah og Sadio Mané skoraðu málini. Bæði komu í seinna hálvleiki.

Liverpool hevði eisini fleiri møguleikar enn RB Leipzig í fyrra hálvleiki, men vertir, ið spældu í Ungarn vegna koronureglugerðina í Týsklandi, vóru nærmastir við einum stútara á stongina. Í seinna hálvleiki gjørdi RB Leipzig tveir brølarar í verjuni. Fyrru ferðina fór Mohamed Salah avstað og skoraði, og løtu seinni gjørdi Sadio Mané tað sama.

##med2##

Tað vóru fleiri møguleikar í dystinum, men samanlagt mundi Liverpool hava uppiborið sigurin, hóast teir úr RB Leipzig munnu iðra seg um, at teir ikki fingu eitt mál móti endanum.

Returdystirnir verða 10. mars. Í morgin spæla FC Porto – Juventus og Sevilla – Borussia Dortmund.