-Megna vit at renna heim, so stendur á jøvnum

Upptakt: Seinast Føroyar hitti Ukreina vóru tað serliga skjótálopini, ið gjørdu munin

Allir vita hvønn veg teir skulu renna, men tað snýr seg um at koma fyrst

Allir vita hvønn veg teir skulu renna, men tað snýr seg um at koma fyrst

Dysturin Ukreina - Føroyar verður leiktur mikudagin klokkan 17.00 føroyska tíð - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

Les upptakt í Sosialinum mikudagin

 

Í fyrireikingunum til landsdystin ímóti Ukreina hava fyrireikingarnar snúð seg nógv um hvussu sterka ukreinska liðið skal steðgast.

Liðini bæði hittust hin 11. januar 2018 endaði tað við 30-22 sigri til Ukreina eftir 17-13 í hálvleikinum.

Føroysku toppskjúttarnir henda dagin vóru Peter Krogh og Nicklas Selvig, ið aftur eru við í dag. Kortini er hópurin nógv skiftur, og sjey útskiftingar í mun til tann dystin. 

Stóri trupulleikin í dystinum fyri hálvumøðrum ári síðani, var at Ukreinar fingu ov nógv løtt mál í skjótálopum. Landsliðvenjararnir Sonni Larsen og Jeppe Borch nevndu fyri in.fo í gjár at ukreinar fingu 11 mál, ið kundu forðast fyri við at renna betur aftur.

Tí er niðurstøðan greið. - Fáa vit steðgað skjótálopunum, so standa vit mest sum á jøvnum, taka venjararnir til, men teir eru samstundis greiðir um at tað verður ikki bara sum at siga tað

Allir vita hvønn veg teir skulu renna, men tað snýr seg um at koma fyrst