Meinhard avgjørdi fyri Kristiansund

Meinhard E. Olsen hevur skorað sítt fyrsta mál fyri Kristiansund

Meinhard Olsen kom í dag á máltalvuna fyri fyrstu ferð fyri Kristiansund BK, sum í dag vann 1-0 á Herd úr fjórðbestu deildini í Noreg í 1. umfar í steypakappingini. Meinhard E. Olsen skifti í vetur til Kristiansund, har hann stríðist við at koma á liðið.

##med2## 

Gilli Rólantsson og Brann Bergen vunnu greiðan 6-1 á Arna Bjørnar, sum spælir í triðjbestu deildini, meðan Rógvi Baldvinsson og Bryne vunnu heili 9-0 á Ålgård FK, sum er barndómsfelagið hjá føroyska landsliðsspælaranum. Norskir miðlar hava gjørt nógv burturúr, at pápi Rógva Baldvinsson, 55 ára gamli Kári Nielsen, er liðleiðari hjá Ålgåard.

Odmar Færø og Hamkam eru eisini víðari við einum 1-0 sigri á Ottestad. Sostatt eru allir fýra føroyingarnir víðari frá fyrsta umfari í steypakappingini.