Meinhard fekk javnleik - Oddmar tapti

Meinhard E. Olsen slapp á vøllin tíðliga í seinna hálvleiki tá Kristiansund spældi javnt móti Odd Grenland

Meinhard E. Olsen fekk aftur spælitíð í bestu norsku fótbóltsdeildini í dag

Meinhard E. Olsen fekk aftur spælitíð í bestu norsku fótbóltsdeildini í dag

Meinhard E. Olsen slapp á vøllin tá 55 minuttir vóru farnir av dystinum hjá Kristiansund móti Odd Grenland í bestu norsku fótbóltsdeildini.

Tá var støðan 1-0 til Odd Grenland. Fýra minuttir aftaná Meinhard E. Olsen kom á vøllin javnaði Christophe Psyche við einum góðum stútara aftaná hornaspark. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. 

Kristiansund er nummar sjey av teimum 16 liðunum í bestu norsku fótbóltsdeildini við 23 stigum. Mikukvøldið tekur Kristiansund móti Bodø/Glimt sum liggur næstfremst við 35 stigum.

Oddmar Færø spældi allan dystin í verjuni hjá Ham-Kam sum á útivølli í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini tapti 0-1 móti Jerv, ið skoraði sigursmálið longu í fjórða minutti.

Ham-Kam er nummar 11 av teimum 16 liðunum í næstbestu norsku deildini við 19 stigum. Fimm stig eru niður til 14. plássið sum merkir, at liðið má spæla kvalifikasjónsdyst um rættin til at spæla í deildini. Seks stig eru niður til 15. plássið sum merkir beinleiðis niðurflyting, so Oddmar Færø og liðfelagarnir hava nógv at stríðast fyri.

Komandi sunnudag spælir Ham-Kam á heimavølli móti Oslo KFUM, ið liggur fjórðovast í deildini við 30 stigum. 

 

 

 

Meinhard E. Olsen fekk aftur spælitíð í bestu norsku fótbóltsdeildini í dag