Meinhard hitaði upp í ein tíma

- Eg hitaði upp í einar 50 minuttir, tí eini vongurin hjá okkum føldi okkurt, men eg kom ikki inn, sigur Meinhard

Mynd: (Kristiansund BK) Meinhard E. Olsen fegnast um málið móti Tromsø

Mynd: (Kristiansund BK) Meinhard E. Olsen fegnast um málið móti Tromsø

Kristiansund spældi sunnudagin á heimavølli móti Tromsø í bestu deildini í Norra. Fyrr í vikuni skoraði Meinhard E. Olsen einsamalla málið, tá Kristiansund í steypakappingini vann 1-0 á Herd úr fjórðbestu deildini. sunnudagin byrjaði føroyski vongurin á bonkinum, men byrjaði longu at hita upp í fyrra hálvleiki.

Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum 6. mai 2019

- Eg hitaði upp í einar 50 minuttir, tí eini vongurin hjá okkum føldi okkurt, men eg kom ikki inn. So skuldi eg inn í 88. minutti, men tá fáa teir reytt kort og ein áleypari hjá okkum verður skaddur.

Venjari velur at skifta ein annan inn, og mátti seta meg á bonkin aftur, fortelur Meinhard E. Olsen. Argur um at hann ikki sleppur inn, verður hann aftur biðin um at hita upp, men nú sleppur hann inn.

- Onkur hevur fortalt mær, at eg komi inn tá 94 minuttir og 26 sekund eru farin. Eg fari beint at skjóta horna, sum vit ikki skora uppá. Vit vinna bóltin aftur aftaná og tá kemur so málið. Eg haldi hatta er eitt gott mál, serliga av viðspælaranum, sum nærmast fer á knæ fyri at leggja bóltin av til mín, sigur føroyski vongurin í Kristiansund og leggur afturat:

 Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

- Eg náddi akkurát at hugsa, at nú var eg komin inn og hevði avgjørt dystin. Aftaná vónaði eg bara at dómarin bríkslaði av, sigur Meinhard E. Olsen við einum brosi. Hann hevur nú avgjørt tveir dystir fyri Kristiansund upp á eina viku.

- Tað eru nógv, sum hava skrivað og hava ynskt mær til lukku. Spælararnir vóru eisini fegnir, men tað verður kanska ein løtan, áðrenn eg ordliga skili tað. Tey eru ikki so nógv, sum høvdu væntað at eg fór at skora – jú, kanska babba. Hann er óiva tann stoltasti av øllum. Hann hevur bæði skrivað og ringt við tárum í eygunum, sigur Meinhard Egilsson Olsen.

Mynd: (Kristiansund BK) Meinhard E. Olsen fegnast um málið móti Tromsø