Meinhard skoraði fyri GAIS

Útisetar: Meinhard E. Olsen er í stórformi í løtuni

Týskvøldið spældi Meinhard E. Olsen frá byrjan, tá føroyska landsliðið vann 2-0 á Andorra. Í kvøld skoraði hann brotsspark, sum í evstu løtu tryggjaði GAIS eitt stig í 3-3 javnleiki móti Norrby.

Meinhard E. Olsen byrjaði inni og spældi allan dystin, tá GAIS í kvøld móti Norrby IF í Superettan, sum er næstbesta deildin í Svøríki. Hann spældi í 55 góðar minuttir fyri A-landsliðið móti Andorra, har hann bæði legði upp til mál, og vann føroyska landsliðnum eitt brotsspark.

Hesa ferð spældi hann allan dystin fyri GAIS móti Norrby IF. Bæði liðini liggja miðskeiðis á stigatalvuni. Og tað bleiv eisini javnleikur, eftir at gestirnir úr Norrby IF høvdu verið á odda tríggjar ferðir.

Tað endaði við, at GAIS fekk brotsspark, sum Meinhard E. Olsen umsetti til mál. Tað gevur eitt stig og GAIS er á áttanda plássi við 29 stigum. Norrby IF hevur 25 stig á 11. plássi.

 

 

 

Superettan: Nummar     Felag             Dystir             Málúrtøka       Stig

1Degerfors IF223450
2Halmstads BK222244
3Jönköpings Södra221242
4Östers IF22739
5Akropolis IF23737
6IK Brage22233
7GIF Sundsvall22430
8GAIS23-829
9Örgryte IS22-726
10Trelleborgs FF23-425
11Norrby IF23-525
12Athletic FC Eskilstuna23-1525
13Västerås SK FK22-923
14Dalkurd FF22-122
15Umeå FC23-1818
16Ljungskile SK22-2115