Meinhard valdi skeiva umboðsmannin

Meinhard E. Olsen ætlaði at halda fram í útlandinum, men valdi skeiva umboðsmannin

Meinhard E. Olsen ætlaði at halda fram í útlandinum, men valdi skeiva umboðsmannin. Tað sigur hann við norska TV2, sum ger nógv burturúr føroyskum fótbólti.

Hann hevði føroyska Hans Jacob á Líknargøtu sum umboðsmann, men valdi til farna flytingarvindeygað at skipa til útlendskan umboðsmann í eini roynd at sleppa framat fleiri møguleikum, men tað spældi ikki væl av.

- Eg for heim til Føroya fyri at halda formin viðlíka og væntaði at umboðsmaðurin skuldi orna restina. Tað hendi einki. Eg fekk hvørki tilboð um royndarvenjingar ella sáttmála, sigur Meinhard E. Olsen.

Hann iðrar seg í dag um, at hann var ov bláoygdur, tá hann royndi seg við útlendskum umboðsmanni, sum eisini hevði fleiri aðrar spælarar.

- Tú kanst siga, at eg var ov bláoygdur. Hann er ein skilagóður umboðsmaður, men við fleiri spælarum. Eg kann ráða øðrum spælarum til at brúka ein umboðsmann, sum tú kennir. Ella kanst tú koma í somu støðu sum eg og enda aftast í rekkjuni, sigur Meinhard E. Olsen.

Hann fortelur eisini í greinini um tilgongdina at blíva yrkisspælari, har hann sum 18 ára gamal skifti frá NSÍ til Vendsyssel í næstbestu deildini í Danmark, og at hann metir seg kunna spæla í bestu deildini í Norra, hóast tað ikki bleiv til so nógva spælitíð í Kristiansund.

##med2##

Hann fekk debut á landsliðnum í summar, tá Spania var á vitjan. Hann nevnir tó dystirnar fyri B36 móti turkiska stórfelagnum, Besiktas, sum teir størstu upplivingarnar. Meinhard E. Olsen er fyri aðru ferð í B36. Árstalsfelagið hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið við tveimum sigrum. Meinhard E. Olsen hevur sjálvur fingið tvey mál.