Meinhard var fimmfaldur málskjútti

1. DEILD: NSÍ vann 8-1 ímóti FC Hoyvík, sum er í tungum sjógvi

Hann hevur ikki so ofta verið millum málskjúttarnar. Talan er um 18 ára gamla Meinhard Janusarson, sum í kvøld var á næstbesta NSÍ liðnum fyri 13. ferð í ár. Samlaða máltalið hjá álopsspælaranum undan heimadystinum ímóti FC Hoyvík í kvøld var tvey mál. Tað fyrra skoraði hann sambært faroesoccer.com í ólavsøkuumfarinum, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ vunnu 1-0 ímóti teimum næstbestu hjá B36 í Gundadali. Tað seinna skoraði hann 1. september, tá ið NSÍ á heimavølli vann 4-1 ímóti HB.

Hetta vóru fyrstu málini yvirhøvur hjá honum í næstbestu deildini. Men í kvøld gjørdi hann ordiliga bart. Meinhard skoraði fimm mál, tá ið NSÍ í góðveðrinum í kvøld vann 8-1 ímóti FC Hoyvík, sum er niðast og av álvara í tungum sjógvi.

Hálvleiksstøðan var 4-0, og eftir sjálvmál økti Meinhard Janusarson til 2-0, tá ið eitt korter var farið. Fimm minuttir undan steðginum økti hann til 3-0, og í síðsta minutti undan hvíldini økti 16 ára gamli Jørgen Nielsen um munin til 4-0.

17 ára gamli Súni Hansen skoraði til 5-0, tá ið seinna umfarið var eitt lítið korter gamalt. Minuttin seinni minkaði Hugin á Borg um munin til 5-1.

Og so gjørdi Meinhard Janusarson av álvara ein vørr. Upp á 13 minuttir skoraði hann trý mál ella reint hattrikk og tilsaman fimm mál.

NSÍ er næstfremst við 35 stigum, og FC Hoyvík er aftast við 9 stigum. Tað eru seks stig frá NSÍ og fram til Víking, og tað eru tvey stig frá FC Hoyvík og fram til AB.

Fríggjadagin fær FC Hoyvík vitjan av AB. Talan verður um lyklauppgerð í stríðnum um at sleppa undan aftasta plássinum, sum heilt víst fer at bera niðurflyting við sær.

Fríggjadagin fær NSÍ vitjan av B36.