Meistararnir byggja stinnan skansa

Umframt Odmar Færø ið er nýggjur í felagnum, eru nú allir teir, sum í ár mannaðu meistaraverjuna, tøkir til nýggju avbjóðingina

Tølini siga, at tað ikki minst var trygga verjan, sum var orsøk til, at KÍ leygardagin 26. Oktober tryggjaði sær FM heitið – tað fyrsta í 20 ár.

Í 27 dystum fóru tað 19 mál ígjøgnum hjá KÍ. So fá mál vórðu ikki skorað ímóti nakrari aðrari verju.

Nú er greitt, at allir teir, sum vóru við til at manna verjuna í ár, halda fram í meistaraliðnum.

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Jesper Brinck. 30 ára gamli danski miðverjin var við í 25 landskappingardystum í 2019, og nú er tað greitt, at hann verður partur av KÍ liðnum, sum í 2020 fer at stríðast fyri at verja FM heitið umframt at stríðast í europeisku meistarakappingini.

Kristian Joensen og Meinhardt P. Joensen vóru málverjar hjá KÍ í 2019. Teir halda fram í felagnum. Umframt Jesper Brinck vóru verjuspælararnir Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclsen, Ísak Simonsen og Steinbjørn Olsen. Teir halda allir fram í felagnum.

Landsliðsspælarin Odmar Færø er nýggjur verjuspælari í Klaksvík.