Meistararnir eru nú langt frá FM

HB kendi ikki sína vitjunartíð í Klaksvík, har KÍ vann og bjóðar B36 og NSÍ av í toppinum

Í fjør vóru tað sigrar og stig, tá ið tað leikaði javnt á hjá HB, sum endaði við at vinna FM við metnógvum sigrum.

Í ár hava marginalirnir ikki verið soleiðis í parti við HB, sum teir vóru í fjør. Tað sást væl í góðveðrinum í Klaksvík ídag. KÍ vann 3-1, eftir at HB í mesta partin av tíðini var leikliga omaná, tríggjar ferðir rakti træverkið og misnýtti brotsspark.

Kristian Joensen í KÍ málinum var framúr væl upplagdur, og klaksvíkingar vunnu góða úrtøku, tá ið møguleikin var har.

Jóannes Bjartalíð setti hol á í 12. minutti, og tann støðan helt til hálvleik. Kanska tók KÍ seg longri aftur á vøllin, tá ið heimaliðið var komið á odda. HB hevði bóltin, og talan var um nógvar spentar støður, uttan at tað eydnaðist at skora mál.

Eftir steðgin javnaði Adrian Justinussen við rimmar langskoti, og so sá gongdin út til at vera tann sama, sum hon var í fyrra hálvleiki.

Men tað var KÍ, sum skoraði tvey mál. Jóannes Bjartalíð umsetti brotsspark til 2-1, meðan Adrian Justinussen hjá HB misnýtti brotspark, tá ið Kristian Joensen í KÍ málinum bjargaði sera væl.

Og so var tað, at innskifti Torbjørn Grytten staðfesti KÍ sigurin, sum ber við sær, at KÍ framvegis er við í kappingini um FM, meðan møguleikin at endurvinna FM kámaðist hjá HB, sum er á veg úr Klaksvík við 3-1 tapi.

B36 er framvegis topplið. Tað eydnaðist í Gundadali at vinna 1-0 ímóti Skála. Einasta málið skoraði Alex Mellemgaard í seinna hálvleiki við brotssparki.

Í fyrra hálvleiki var heimaliðið omaná, uttan at tað eydnaðist at vinna upplagdar málmøguleikar. Í seinna hálvleiki legði Skála nógv fyri í royndini at javna. Tað vóru nógvar spentar støður frammanfyri B36 málið, men sum í fyrsta umfari, tá ið B36 vann 1-0 í Gundadali ímóti Skála, so eydnaðis tað ikki skálamonnum at skora mál.

Í Trongisvági vann AB 1-0. Tað gekk javnt á, og talan var um møguleikar í báðum endum. Einasta málið skoraði Rógvi Poulsen, tá ið hann í seinna hálvleiki og við høvdinum sendi bóltin í málið. AB sigurin ber við sær, at argjamenn nú av álvara hava vent sær frá hóttanini av at flyta niður.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

https://www.in.fo/matches/?

 

KÍ – HB 3-1 (1-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð

1-1: Adrian Justinussen

2-1: Jóannes Bjartalíð br

3-1: Torbjørn Grytten

 

B36 – Skála 1-0 (0-0)

1-0: Alex Mellemgaard br

 

TB – AB 0-1 (0-0)

0-1: Rógvi Poulsen