Meistararnir gjørdu skjótt av

ÍF varð rent um koll fyrsta hálva tíman í Klaksvík

Tá ið 27 minuttir vóru farnir av venjingardystinum í VFF kappingini í Klaksvík í kvøld, var heimaliðið frammanfyri 3-0.

Mótstøðuliðið var ÍF. Í fjør vann KÍ FM við 66 stigum, og ÍF endaði aftast við seks stigum.

Í kvøld vóru sjey av teimum 11, sum mannaðu KÍ liðið í síðsta umfari í fjør, millum teir fyrstu ellivu, og fýra av teimum, sum vóru á beinkinum frá fyrsta briksli í síðsta umfari, vóru eisini á listanum íkvøld.

Í kvøld vóru fýra av teimum 11, sum mannaðu ÍF liðið í síðsta umfari í fjør, millum teir fyrstu ellivu.

Páll A. Klettskarð setti hol á, Jonn Johannesen økti til 2-0, og Ole Erik Midtskogen økti til 3-0.