Messi víðari – Ronaldo úti

Champions League: Messi sparkaði United út, meðan Ajax vaskaði Ronaldo úr kappingini

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi hevur skorað móti Manchester United. FC Barcelona vann dystin 3-0

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi hevur skorað móti Manchester United. FC Barcelona vann dystin 3-0

FC Barcelona og Ajax eru víðari til hálvfinalurnar í Champions League. FC Barcelona vann greiðan 3-0 sigur á Manchester United, meðan Ajax enn eina ferð vendi eini uppgerð móti sterkari mótstøðu.

 

Messi í hopla 

Á Camp Nou lótu Lionel Messi og FC Barcelona ongan iva verða um, at søgan í París ikki fór at endurtaka seg. Í fimm minuttir hóttu gestirnir, men tað var alt. Síðani tók Lionel Messi yvir. Fyrst skoraði hann, eftir at hann hegnisliga trillaði bóltin millum beinini á Fred, og sendi síðani bóltin í handara síðunet.

Løtu seinni royndi Lionel Messi seg við heldur veikum skoti við høgra beini, sum David De Gea átti at hava bjargað lættliga. Men bólturin fór undir spanska málverjan og í málið til 2-0. Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið fult tamarhald á støðu. Philippe Coutinho økti til 3-0 við framúr langskoti.

##med3##

Talan bleiv ongantíð um eina endurtøku av bragdinum í París, tá Manchester United óvæntað vann 3-1 á Paris Saint-Germain. Fyriuttan hvøkkin í fyrstu fimm minuttunum, so var FC Barcelona greitt omaná. Lionel Messi kundi eisini havt skorað hattrik.

 

Ronaldo úti

Juventus hevði góð kort á hondini undan returdystinum í Torino í kvøld, men enn eina ferð prógvaði Ajax, at teir skulu takast í álvara. Seinast sendu teir Real Madrid úr kappingini. Hesa ferð vendu teir 1-0 til 1-2.

Cristiano Ronaldo stútaði Juventus á odda og so sá út til, at alt var við tað gamla. Cristiano Ronaldo hevur óteljandi ferðir vunnið Manchester United, Real Madrid og seinast Juventus víðari, men hesaferð gekk ikki.

##med2##

Fyrst skoraði Donny van de Beek og miðskeiðis í seinna hálvleiki stútaði stórtalentið, Matthijs de Ligt, eitt hornaspark í málið. Nú skuldi Juventus hava tvey mál fyri at koma víðari, men hóast trýst, so bleiv tað ikki til meir enn tað.

 

Champions League 1/4 finalur:

FC Barcelona (1) - (0) Manchester United 3-0

1-0  Lionel Messi

2-0  Lionel Messi

3-0  Philippe Coutinho

FC Barcelona vinnur samanlagt 4-0

 

Juventus (1) - (1) Ajax 1-2

1-0  Cristiano Ronaldo

1-1  Donny van de Beek

1-2  Matthijs de Ligt

Ajax vinnur samanlagt 3-1

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi hevur skorað móti Manchester United. FC Barcelona vann dystin 3-0

Mynd: (Scanpix) Cristiano Ronaldo er í øðini

Mynd: (Scanpix) David De Gea iðrar seg, eftir brølaran, ið kostaði mál