Meistararnir hava tikið tindin

Kvinnur: KÍ var einasti vinnari í teimum trimum dystunum í øðrum umfari

mynd FSF

mynd FSF

Tað er synd at siga, at málini vóru nógv, tá ið annað umfar í bestu kvinnudeildini var ídag.

Tilsaman trý mál vórðu skorað.

Í Hólmanum á Eiði endaði tað í góðveðrinum í kvøld við málleysum javnleiki, tá ið EBS/Skála hevði vitjan av B36. Hetta var fyrsta stigið hjá EBS/Skála í ár.

Í Gundadali endaði tað 1-1, tá ið HB hevði vitjan av nýggja liðnum í deildini NSÍ.

Sara Lamhauge legði HB framum, og Heidi Sevdal javnaði til 1-1. Heidi hevur í nógv ár spælt við HB, men nú umboðar hon barndómsfelagið.

Hetta var fyrsta stigið hjá HB, meðan NSÍ nú hevur fýra stig. Í fyrsta umfari vann NSÍ 4-0 ímóti EBS/Skála.

Í Fuglafirði hevði samansetta liðið hjá ÍF, Víkingi og B68 vitjan av meistaraliðnum úr Klaksvík.

KÍ vann 1-0 og er nú oddalið við fullari úrtøku eftir tvey umfør.

Málið var eitt rættiligt Lakjumál. Evy á Lakjuni átti uppleggið, tá ið yngra systur hennara Victoria setti bóltin í málið.

Í triðja umfari, sum verður sunnudagin, fær KÍ vitjan á norðoyastevnu av NSÍ, ÍVB skal spæla á heimavølli ímóti EBS/Skála, og í Gundadali verður grannauppgerð millum HB og B36. 

mynd FSF