Meistaravenjarar eru bestir

KÍ-venjararnir, føroyameistararnir Mikkjal Thomassen og Aleksandar Djordjevic, eru kosnir ársins venjarar.

Ársins venjarar í føroyskum mansfótbólti kappingarárið 2019 eru meistaravenjararnir báðir, Mikkjal Thomassen og Aleksandar Djordjevic úr KÍ. Tað eru teir júst útnevndir til á Fótbóltsgalla.

Mikkjal Thomassen var tilnevndur saman við Jákupi á Borg (B36) og Heimi Guðjónsson (HB), meðan Aleksandar Djordjevic var tilnevndur saman við Allani Dybczak (HB) og Jacobu Langgaard (ÍF/Víkingur/B68).

Hvørgin teirra fekk verið og tikið ímóti heiðrunum í kvøld, men í samrøðu við FM1 halgaði Mikkjal Thomassen heiðurin til liðið, felagið, konuna og børnini.

- At hava ein pápa og mann, sum hevur humørsvingningar av fótbóltinum, er ikki lætt, skemtaði Mikkjal.