Menninir hjá H71 fara út í heim at spæla Europa Cup

Eftir at hava verið føroyameistari í mansdeidlini í hondbólti í trý ár á rað hevur H71 gjørt at luttaka í Challenge Cup.

 

 

Nevnd, venjarar og leikarar meta, at tíðin nú er búgvin at royna nýggjar avbjóðingar, skrivar hondbóltsfelagið í Hoyvík.

H71 boðaði í gjár Hondbóltssambandi Føroya, at felagið ynskir at luttaka í Challenge Cup.

Vanliga liggur 1. umfar í september, 2. umfar í oktober og 3. umfar í november.

Onkuntíð verður 1. umfar ikki leikt – tað er alt eftir, hvussu nógv lið hava meldað til.

Her ber til at síggja, hvussu kappingin í Challenge Cup hjá monnum var í fjør.