Messi aftur skaddur

Mánakvøldið bleiv hann kosin heimsins besti, men í gjár mátti hann av vøllinum skaddur

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi fær viðgerð í dystinum móti Villarreal

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi fær viðgerð í dystinum móti Villarreal

Lionel Messi spældi bara fyrra hálvleik, tá FC Barcelona í gjár vann 2-1 á Villarreal í sponsku landskappingini. Hann hevur næstan ikki verið á vøllinum fyri FC Barcelona í hesum kappingarárinum við skaða í tjúkkanum.

Hesa ferð mátti hann steðga á stutt fyri hálvleik, tí hann hevur trupulleikar við lærkrikanum. Hann fekk viðgerð og kom aftur á vøllin, men bleiv útskiftur í hálvleikinum.

- Hann hevur okkurt í lærkrikanum og tí valdu vit at verja hann og skifta hann út, sigur Ernesto Valverde, venjari hjá FC Barcelona.

Antoine Griezmann legði FC Barcelona á odda eftir hornasparksupplegg frá Lionel Messi. Løtu seinni meddaði Arthur Melo bóltin í kassan til 2-0, men løtu seinni svaraði 34 ára gamli Santi Cazorla aftur. Eisini her var talan um langskot.

Lionel Messi bleiv mánakvøldið valdur til ársins spælara hjá FIFA. Tað er óvist hvussu leingi hann skal sita uttanfyri hesaferð.

1Granada632112:611
2Athletic Bilbao53206:111
3Real Madrid532010:611
4Barcelona631214:1010
5Real Sociedad53117:410
6Sevilla53115:210
7Atlético Madrid53115:410
8Villarreal622213:108
9Real Betis62229:108
10Osasuna51404:37
11Levante62137:87
12Getafe51317:66
13Real Valladolid61325:86
14Valencia51226:85
15Alavés51222:45
16Celta Vigo51223:65
17Mallorca51134:84
18Espanyol51133:94
19Eibar50234:72
20Leganés50142:81

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi fær viðgerð í dystinum móti Villarreal