Messi og Ronaldo aftur upp á spæl

Teir eitast at vera gamlir og ikki eins góður sum fyrr, men bæði Lionel Messi og Cristiano Ronaldo skoraðu um vikuskiftið

Tað hava verið dystir í bæði sponsku La Liga og italsku Seria A um vikuskiftið. Tað er kreppa í FC Barceclona, men sást ikki á vøllinum, meðan Cristiano Ronaldo heldur fram at skjóta mál.

Í Spania eru fleiri yvirskriftir. Lionel Messi og FC Barcelona vunnu 4-0 á Villarreal. Tað er kreppa í felagnum, men á vøllinum gekk væl. 17 ára gamli Ansu Fati skoraði tvær ferðir, áðrenn Lionel Messi sendi eitt brotsspark í mál. Fjórða málið var sjálvmál.

Ein av teimum, sum hevur fingið fótin í FC Barcelona er 33 ára gamli Luis Suarez, sum hevur skift til Ateltico Madrid. Hann skoraði tvær ferðir, eftir at hann kom inn seinastu tjúgu minuttirnar í 6-1 sigrinum á Granada.

Leygardagin vann Real Madrid hendingaríkan 3-2 sigur á Real Betis, sum var á odda 2-1 eitt skifti. Real Bestis fekk ein spælara útvístan og avgerandi málið kom upp á brotsspark, sum heimaliðið helt lítið um.

Ronaldo aftur á máltalvuna

35 ára gamli Cristiano Ronaldo hevur torført við at hava beinini á jørðini. Og tað er ikki heilt uttan orsøk, tí hann bjargaði undirmannaða Juventus eitt stig í 2-2 javnleikinum móti AS Roma, sum var á odda tvær ferðir.

##med2## 

Báðu ferðir javnaði Cristiano Ronaldo. Fyrst við brotssparki og síðani við stútara, sum bara portugisiska heimsstjørnan kann. Hann leyp avbera langt uppfrá og stútaði bóltin í málið til 2-2. Tá var Juventus undirmannað, tí Adrien Rabiot hevði fingið sítt seinna gula kort.

Í Týsklandi hendi tað óvæntaða, at Bayern Munchen tapti heili 4-1 móti Hoffenheim. Tað merkir, at í løtuni eru Arminia Bielefeld og Jóan Símun Edmundsson frammanfyri Bayern Munchen á stigatalvuni í Bundesliguni.