Messi og Ronaldo gjørdu sítt

FC Barcelona og Juventus hava munin til returdystin

FC Barcelona vann tepurt á Old Trafford, meðan Juventus fekk útivallar mál í 1-1 javnleikinum móti Ajax í fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League í kvøld.

Á Old Trafford legði FC Barcelona bragdliga fyri. Við Luis Suarz og Philippe Coutinho aftur á enskari jørð, løgdu gestirnir eitt støðugt trýst á Manchester United. Tað gav úrslit, tá Lionel Messi bleiv spældur í brotsteiginum og legði bóltin innfyri aftur. Har stútaði Luis Suarez bóltin móti málinum. Við hjálp frá Luke Shaw fór bóltin í málið.

Gestirnir eru omaná leikliga, men Ole Gunnar Solskjær og hansara menn megnaðu til tíðir at hótta og stressa katalansku gestirnar. Við sigrinum er FC Barcelona stórfavorittur at koma víðari, men dysturin vísti eisini onkrar ábedingar um, at Manchester United kann fáa mál í returdystnum.

Í Amsterdam helt Ajax fram við góða spælinum, sum teir hava víst í seinastuni. Teir mundu hava bóltin væl meiri enn gestirnir úr Italia, men tað var Cristiano Ronaldo, ið skoraði fyrst. Ajax javnaði fyrst í øðrum hálvleiki til 1-1, sum eisini bleiv úrslitið. Her er Juventus enn favorittur at koma víðari.

 

Champions League 1/4 finala:

Manchester United – FC Barcelona 0-1

0-1  Luke Shaw, 12 sjálvmál

 

Ajax – Juventus 1-1

0-1  Cristiano Ronaldo, 45

1-1 David Neres, 46