Messi-perlan: Mál nummar 600 fyri Barcelona

Video: Tað er júst 14 ár millum mál nummar eitt og mál nummar 600

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi hevur júst skorað sítt mál nummar 600

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi hevur júst skorað sítt mál nummar 600

Tá Lionel Messi við eini perlu av einum frísparki skoraði til 3-0 í gjár, var tað samstundis mál nummar 600 fyri besta liðið hjá FC Barcelona. Tað er júst 14 ár millum málini.

Lionel Messi skoraði sítt fyrsta mál fyri FC Barcelona 1. mai 2005. Hann bleiv skiftur inn í dysti á Camp Nou móti Albacete. Stutt seinni bleiv hann spældur leysur av ongum minni enn Ronaldinho, og so kundi Lionel Messi skjóta sítt fyrsta mál fyri FC Barcelona.

##med2##

Nú 14 ár og 683 dystir seinni, hevur argentinski bóltsnillingurin skorað sítt mál nummar 600 fyri FC Barcelona. Tað gjørdi hann í gjár, tá katalanska stórfelagið vann 3-0 á Liverpool í fyrru hálvfinaluni í Champions League.

Fyrst skoraði Lionel Messi upp á ein retur, eftir at Luis Suarez rakti tvørstongina. Átta minuttir fyri tíð kom so mál nummar 600 – og tað var ein sonn perla. Lionel Messi sendi fríspark úr 25 metrum upp í málhornið.

 ##med3##

Fyrr í vikuni skoraði Cristiano Ronaldo eisini sítt mál nummar 600 í liðfótbólti. Hann brúkt 799 dystir fyri at røkka hesum, og hevur skotið málini fyri Sporting Lisbon, Manchester United, Real Madrid og nú Juventus.

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi hevur júst skorað sítt mál nummar 600

Messi's first official goal for FC Barcelona

Lionel Messi Freekick GOAL VS Liverpool