Messi vann sín sætta Ballon d'Or

Argentinska stjørnan skrivaði søgu - sí topp 10 her

FC Barcelona-stjørnan, Lionel Messi, hevur í kvøld vunnið heiðurin sum heimsins besti fótbóltsspælari, Ballon d'Or, fyri sættu ferð.

Argentinski bóltsnillingurin hevur harvið skrivað søgu, tí hann er fyrsti spælarin, sum hevur vunnið hendan heiðurin seks ferðir.

32 ára gamli Lionel Messi vann hesaferð heiðurin frammanfyri Virgil van Dijk og Cristiano Ronaldo. Hetta var fyrstuferð, at Ronaldo bleiv nummar trý.

Lionel Messi og Cristiano Ronaldo hava sitið á trónuni síðani 2008 einans við einum undantaki, sum var í fjør, tá ið Luka Modric fór við heiðurinum.


Ballon d'Or 2019 - flestar atkvøður

1.Lionel Messi (FC Barcelona)

2. Virgil van Dijk (Liverpool)

3. Cristiano Ronaldo (Juventus)

4. Sadio Mané (Liverpool)

5. Mohamed Salah (Liverpool)

6. Kylian Mbappé (PSG)

7. Alisson Becker (Liverpool)

8. Robert Lewandowski (Bayern München)

9. Bernardo Silva (Manchester City)

10. Riyad Mahrez (Manchester City)