Miðil: Messi og Ramos kunna blíva liðfelagar

Bæði Lionel Messi og Sergio Ramos eru uttan sáttmála í summar

Tað ljóðar úr Spania, at Paris Saint Germain hevur sett sær fyri at fáa bæði Lionel Messi og Sergio Ramos til komandi kappingarár. Teir hava sáttmála fram til í summar, og kunnu tí longu nú samráðast við onnur feløg.

Lionel Messi royndi at sleppa úr FC Barcelona í fjør, men leiðslan í felagnum stóð ímóti. Í næstum verður forsetaval í felagnum, og fleiri av valevnunum ein nýggja sáttmála til Lionel Messi sum hægstu raðfesting, men í løtuni kann argentinski bóltsnillingurin samráðast við onnur feløg.

Tað kann spanski miðverjin hjá Real Madrid, Sergio Ramos, eisini. 34 ára gamli liðskiparin hevur fingið bjóðað nýggjan sáttmála, men hevur sambært sponskum miðlum takkað nei. Hann ynskir at fáa meiri í løn, og sigur seg vita, at PSG vil hava hava bæði seg og Lionel Messi til felagið.

Tað kom fram í sponsku sendingini El Larguero, har spanski journalisturin, Josep Pedrerol, segði seg vita tað frá góðu keldum.

Lionel Messi og Sergio Ramos hava verið arvafíggindar á vøllinum í nógv ár, og hava verið ein ímynd av arvafíggindastríðnum millum FC Barcelona og Real Madrid. Spurningurin er so um teir kunnu einast, um teir koma á sama lið?