Miðlar: FC Barcelona hevur koyrt venjaran

Fleiri miðlar skrivaðu longu í gjárkvøldið, at FC Barcelona hevur koyrt venjarin

Mynd: (Scanpix) Farvæl og takk sigast boðini verða frá FC Barceloan til Quique Setien

Mynd: (Scanpix) Farvæl og takk sigast boðini verða frá FC Barceloan til Quique Setien

FC Barcelona var í gjár fyri einum søguliga stórum ósigri í Champions League endaspælinum, tá katalanska kreppufelagið tapti heili 8-2 móti Bayern Munchen.

Hetta er størsta tapið hjá FC Barcelona síðani 1946 og tað er ongin ivi um, at nøkur høvd rulla í Barcelona. Spurningurin er bara hvør og hvussu. Tað er forsetaval á skránni í 2021, men eitt av mótvalevnunum hjá sitandi forsetanum, Josep Maria Bartomeu, heldur fyri at forsetavalið má koma nú, so ein nýggj leiðsla kann byrja undan komandi kappingarári.

Í gjár komu tíðindi frá ymiskum miðlum við ymiskum keldum, at Quique Setien verður kroydur sum venjari ein av komandi døgunum. Keldur sigur seg eisini vita, at umstríddi ítróttarstjórin og fyrrverandi spælarin í felagnum, Eric Abidal, verður loystur úr starvinum. Hann hevur millum annað verið í hornatøkum við Lionel Messi, og tað er óhoyrt í FC Barcelona.

Josep Maria Bartomeu, sitandi forseti í FC Barcelona, segði eftir dystin í gjár við spanskt sjónvarp, at tað í komandi viku verða tiknar avgerðir viðvíkjandi felagum. Onkrar avgerðir, sum leiðslan longu hevur havt í huga.

##med2##

Gerard Pique, varaliðskipari og lokalur miðverji, segði eftir dystin, at tað má nýtt blóð til. Hann tosaði ikki um spælarar og venjaran, men um leiðsluna. Hann legði tó afturat, at skuldi verða tann fyri at traðka til síðis, um tað var tað, sum var neyðugt fyri at fáa nýtt blóð til í felagið. 

Eitt tíðarskeið komið at enda

Tað er ikki longur nakar ivi um, at tað FC Barcelona, sum hevur verið ein maktfaktorur síðani Pep Guardiola tók við í 2008, er nú komið at enda. Lionel Messi er 33 ára gamal og einasti spælarin í felagnum, sum kann hyggja í speglið og siga at hann er í heimsflokki. 

##med4##

Felagið er í fíggjarligum trupulleikum og tað sæst eisini aftur í spælaraflytingunum, har fealgið mátti selja 23 ára gamla Arthur til Juventus, fyri at fáa 30 ára gamla Miralem Pjanić hinvegin. Alt hetta fyri at styrkja ársrokniskapin fyri hetta kappingarárið.

 ##med3##

Prikkurin yvir i’ið er, at FC Barcelona hevur útleigað Philippe Coutinho til júst Bayern Munchen. Hann kom inn og legði upp til eitt mál, og skoraði tvey sjálvur. Ein søga í sponskum miðlum sigur, at FC Barcelona skal gjalda Liverpool nakrar tíggju milliónir krónur, um Philippe Coutinho vinnur Champions League. Tí tað stendur í avtaluni av søluni av Philippe Coutinho frá Liverpool til FC Barcelona á sinni, at vinnur spælarin Champions League, so fellur eitt av nøkur gjøldum til Liverpool.

Mynd: (Scanpix) Farvæl og takk sigast boðini verða frá FC Barceloan til Quique Setien

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi er alt annað enn nøgdur við gongdina hjá felagnum í løtuni