Miðlar: United fær ikki Jadon Sancho - enn

Premier League: Jadon Sancho skuldi verða nýggir “7 arin”, men so verður ikki

Hann skuldi lyfta arvin eftir George Best, Eric Cantona, David Beckham og Cristiano Ronaldo, sum allir hava borið 7-talið hjá Manchester United, men tað er líkt til at tað ikki verður á hesum sinni, at 20 ára gamli Jadon Sancho skiftir til Manchester United.

Bæði týskir og bretskir miðlar siga frá Borussia Dortmund, at felagið ynskti at skiftið kom upp á pláss áðrenn í dag – 10. august. Borussia Dortmund er í dag farið á vejingarlegu í samband við komandi kappingarár, og Jadon Sancho er við í flúgvaranum.

Enski landsliðsspælarin er høgt í metum, eftir at hava havt tvey góð kappingarár í týska Borussia Dortmund. Tað hevur leingi ljóðað, at feløg í Premier League hava eitt gott eyga á bólttrygga og skjóta vonginum í Bundesliguni.

Síðani flytingarvindeygað lat upp hava bæði týskir og bretskir miðlar skrivað, at Manchester United er fremst í røðini at keypa Jadon Sancho. Týska blaðið BILD sigur seg vita, at partarnir eru samdir um ein sattmála, ið gevur Jadon Sancho 2,8 milliónir krónur um vikuna.

##med2## 

Avbjóðingin er prísurin, sum sigst liggja um 900 milliónir krónur. Her verður sagt, at Borussia Dortmund vil hava pengarnar umgangandi, meðan Manchester United ynskir gjalda í fleiri gjøldum.