Midtskogen fegnast um málini og sigurin (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann stórsigur 6-0 á AB á útivølli, og hoyr norska áleyparan, Ole Erik Midtskogen seta orð á stórsigurin

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

Aftaná ein rullustart er FM-motorurin hjá KÍ veruliga komin upp í snúningar.

Í kvøld gekk tað útyvir AB úti í Vika á Argjum. KÍ vann heili 6-0 við trimum málum í hvørjum hálvleiki. Í fyrra hálvleiki skoraði Ole Erik Midtskogen til 1-0 og 3-0. Ísak Simonsen økti til 2-0 við einum flottum langskoti.

Í seinna hálvleiki vóru tað aðrir menn sum sluppu framat. Innskifti Jóannes Bjartalíð skoraði til 4-0 og til 6-0, tað seinna uppá brotsspark. Boris Dosljak skoraði til 5-0 við einum vøkrum lobbi. KÍ hevði málmøguleikar til at nærkast einum tvísiffraðum sigri, men AB slapp við skrekkinum.

Norski áleyparin, Ole Erik Midtskogen er glaður fyri at hava fingið tvey mál í kvøld, og fyri stórsigurin, men hann sigur seg hava torført við at venja seg við, at dómararnir loyva rættiliga nógvum hørðum spæli.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari.

2) Hoyr Teit Joensen taka samanum eitt framúr gott KÍ-avrik, og eitt ógvuliga slakt AB-avrik.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Ole Erik Midtskogen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bartal Skaalum Petersen hjá AB. 

 

 

Savnsmynd

(AB-KÍ 0-6. Hoyr málini og samanumtøku hjá Teiti Joensen. Hoyr eisini samrøðu við Ole Erik Midtskogen)