Miðvallari hevur skrivað undir í Sarpugerði

Samstarvið heldur fram millum Víking og Boga Reinert Petersen

Tað hevur ljóðað, at hann fór at flyta aftur til barndómsfelagið í Fuglafirði, og tað hevur ljóðað, at hann fór at halda fram í Sarpugerði.

Nú er tað greitt, hvar miðvallarin Bogi Reinert Petersen fer at spæla í 2020.

Víkingur boðar í kvøld frá, at sáttmáli er undirskrivaður millum felagið og 26 ára gamla Boga Reinert Petersen.

Síðsta summar fór hann, eftir at hava hildið frí frá fótbólti eitt skifti, at spæla við Víkingi, har hann vann fast pláss á miðvølliunum.

Og nú er greitt, at Bogi aftur í ár verður millum teir, sum fara at kappast um pláss á miðvøllinum hjá Víkingi.

Nýggjuer venjari í Sarpugerði er Eyðun Klakstein.